TechCare er føroyskt felag, ið mennir KT loysnir til heilsu- og røktarøkið, meditech ídnaðin. Hetta eru tænastur, ið kunnu nýtast á bústovnum og privatum heimum. Við tøkni knýtir TechCare fólk, ið eru annaðhvørt einsamøll ella óhjálpin, við umheimin, soleiðis at boð verða send rætta viðkomandi, tá ið neyðugt er.
Eitt av aðalmálum hjá TechCare er, at eldri fólk og fólk, ið gerast óhjálpin, skulu hava eina trygga og virðiliga tilveru í egnum heimi, og at tey avvarðandi ikki hava ekka av, at teirra kæru eru heima við hús.
TechCare arbeiðir bæði við at menna software, hardware og tólnet loysnir. Eisini hava vit starvsfólk, ið arbeiða við at gera tænasturnar lættar og skynsamar at nýta.
Loysnirnar í TechCare eru mentar í samstarv millum KT mennarar og starvsfólk í heilsu- og eldrarøktini í Føroyum. Hetta hevur við sær, at loysnirnar eru tillagaðar føroyskum brúkarum og umstøðum.
TechCare húsast í Hugskotinum á Vestaru Bryggju í Havn.