Um ein alarmur fer í gongd heima hjá tí óhjálpna, verða boð beinavegin send teimum avvarðandi við kunning um, hvat er áfatt. Tað kann vera, at tann óhjálpni er dottin, er vilstur úti ella at roykur er inni.
Samskiftiseindin heima hjá tí óhjálpna brúkar verandi tráðleysa net. Í okkara skipan vera allir viðkvæmir upplýsingar bronglaðar. Skipanin og mannagongdirnar tryggja at persónupplýsingar ikki koma í óviðkomandi hendur. TechCare veitir ikki røkt og umsorgan, men vit veita trygd fyri at ávaringarskipanin virkar millum tann óhjálpna og tey sum vara av.