Vit bera út og seta upp, so at tað er klárt at brúka. Set teg í samband við okkum fyri at fáa ráðgeving og eitt óbindandi tilboð.
Vit samanseta vøruna eftir tínum tørvi og tryggja at tíni avvarðandi kunnu liva tryggari.
Vit ráðføra teg við, hvør loysn passar best til tín og tíni kæru.
Vit hjálpa tær at seta varnararnar upp.
Vit hjálpa tær at seta appina upp og at vísa á, hvussu hon skal nýtast.
Vit syrgja fyri at skipanin altíð riggar og hjálpa tær við øllum viðlíkahaldi.
Eldri fólk kunnu vera í vanda fyri at detta. Tey kunnu detta og liggja uttan nakar veit av í fleiri tímar. Sjálvvirkni fallvarnarin tryggjar, at avvarðandi og/ella starvsfólk fær boð beinaveg um borgarin dettur uttan at tann eldri nytist at trýsta á nakað. Sjálvvirkandi fallvarnarin hjálpir teimum eldri og teirra avvarðandi at liva tryggari.
Um borgarin hevur tørv á hjálp heima, kann hann trýsta á perluna og kemur beinleiðis í samband við avvarðandi og/ella starvsfólk. Avvarðandi og starvsfólk kunnu kvittera og borgarin fær boð um, at hjálpin er á veg.
Til ber at ringja til “perluna” og tosa við borgaran. Á henda hátt kunnu avvarðandi og starvsfólk kunna seg um støðuna og veita borgaranum tryggleika við samtalu.
Eldri minnisveik fólk kunnu villast og hetta setur tann eldra í vanda og ger tey avvarðandi óttafull. Perlan hevur GPS og tí kann staðsetast hvar borgarin er, um hann er vilstur.
Summi eldri búgva langt burturi frá heilsuverki. Tað ger tað trupult, tá illveður er ella starvsfólkið hevur nógv at gera. Til ta støðuna hevur TechCare eina videoeind. Hendan eindin við góðari myndagóðsku, ger tað møguligt hjá teimum eldru at fáa serkøna hjálp og leiðbeining í egnum heimi. Tey eldru nýtast bert at trýsta á ein knøtt og so kann samtalan byrja tá teimum tørvar
Hetta eru varnarar frá øðrum veitarum sum vit hava tvinna saman við okkara skipan.