Við TechCare Práta við Fleiri, kunnu øll vera við; Heilsutænastur kunnu røkka øllum borgarum, hóast skiftandi umstøður og tryggja, at borgarar styrkjast- og endurvinna mistan førleika.
Er tú ørkymlað/ur um tíni kæru, sum búgva einsamøll ella langt burturi? Hugsar tú, um tey hava sløkt húsarhaldstól, ljós ella kanska eldváðar sum heild?
Við talgildu brosjuni “Perlan” fáa eldri borgarar sjálvræðið aftur og kunnu liva tryggari í egnum heimi. Perlan ger tað lætt at fáa hjálp, tá ið tað er neyðugt.
Stór trygdarhol eru í útlendskum videoloysnum, samstundis sum tær eru torførar at brúka. Tí hevur føroyska felagið TechCare ment eina einfalda og trygga videosamskiftisloysn til eldrarøktina. Loysnin eitur "Práta", sum er ment í samráð við føroyska Dátueftirlitið. Hetta ger tað møguligt hjá búfólkum og teirra avvarðandi at vera í regluligum sambandi - uttan at seta trygdina í váða.
Í seinastu viku høvdu vit vitjan av teoretikaranum, Alexander Osterwalder. Vit prátaði við Alexander í uml 20 min og hann hevði fleiri góð ráð til okkum á TechCare.
Vit hava verið á ALTENPFLEGE messuni (Eldrarøkt messa) í Nürnberg hesa vikuna. Móttøkan hevur verið sera góð, og sera stórur áhugi var fyri okkum og okkara loysnum.